Fiskavirkið í Skopun lukkar

Raksturin ber seg ikki og tí lukkar virkið

Orsøkin er, at tað ikki er eydnast at fáa raksturin at bera seg. Hetta merkir, at virkið keypir ikki meira rá- vøra, og fiskurin, sum er á virkinum, verður virkaður, pakkaður og seldur. Eftir tað verður virkið stongt.

Tað eru Mowi Faroes og Delta Seafood, sum eiga Sandoy Seafood. Mowi Faroes heldur fram við virksemi á Sandoynni. Eftir at Mowi Faroes í tveimum umførum hevur g jørt royndir á Sandsvág sum aliøki, fer felagið nú undir framleiðslu á Sandsvág, har felagið í august í ár fer at leggja seks aliringar.