Fiskavirkið fingið góðkenning

Kaldbak: Fyrr í vikuni fekk sp/f Faroe4Fish umhvørvisgóðkenning sína.

Virksemið á fiskavirkinum, sum liggur á Mjólkargøtu 20 í Kaldbak, verður at skera og pakka feskan fisk, sum skal útflytast. Møguleiki er eisini fyri, at ein partur av fiskinum verður frystur.
Eitt av málunum í viðgerðini av hesi góðkenningini er tann serligi denturin, sum verður lagdur á at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið.
Faroe4Fisk hevur upplýst fyri Umhvørvisstovuni, at talan bert verður um at tilvirka hvítan fisk.
- Verður talan um annan fisk ella annað virksemi, skal virkið boða frá hesum, verður sagt.