Fiskauppskriftir fáa fólk at eta meira fisk

Tað vísir royndin at geva út vælumtóktu bókina við fiskauppskriftum ,?Fiskur tvær ferðir um vikuna? Danska Fødevareministeriið hevur saman við ES stuðlað einum ?uppfylgjara? av bókini, ?Fiskur tvær ferðir um vikuna?, sum fekk dygga undirtøku millum fólk í fjør. Uppfylgjarin er ein ókeypis bók við fiskauppskriftum.

Í bókini hesaferð, sum í fyrsta lagi er prentað í 700.000 eintøkum, eru lekrar vikuskiftis-uppskriftir við fiski.

Kanningar vísa, at bert 16% av dønum eta fisk sunnu-og halgidagar.

Sambært danska ráðharranum, Hans Chr. Schmidt, vaks sølan av fiski í donskum fiskahandlum við 30% í fjør, og danir ivast ikki í, at bókin hevur havt sína ávirkan á øktu søluna.