Fiskastovnar í vøkstri

Líkt er til, at toskastovnurin og aðrir fiskastovnar í Norðsjónum eru komnir fyri seg og standa í vøkstri. Sambært teimum seinastu kanningunum hjá fiskifrøðingunum er toskastovnurin vaksin heili 52 prosent tey seinastu fýra árini.

Tí verður roknað við, at veiðan fer at veksa, soleiðis at toskur úr Norðsjónum kemur aftur í handlarnar undir liðini á toski úr Barentshavinum og undan Íslandi, skrivar fisk.com.

Fyri fáum árum síðani mettu fiskifrøðingarnir, at átta fiskastovnar í Norðsjónum vóru so illa fyri, at teir vóru komnir niður á tað lívfrøðiliga minstamarkið.

Sambært metingini hjá fiskifrøðingunum verða fimm fiskatsovnar í Norðsjónum nú troyttir á burðardyggan hátt.