- Nøgdin av toski, hýsu og upsa var nakað tann sama í váryvirlitstrolingum í ár sum í fjør.
Tað sigur Havstovan, sum nú er liðug við váryvirlitstrolingarnar á landgrunninum.
- Lítið var at fáa av toski, hýsu og upsa í mun til onnur ár. Nøgdin av toski var tó eitt vet størri í 2013 enn í 2012, meðan nøgdin av hýsu og upsa var tann sama sum í fjør.
Havstovan sigur, at tann smáa hýsan, sum Magnus Heinason fekk á heysti í fjør, var eisini at síggja í yvirlitstrolingunum hesaferð.
- Nógv var at fáa av longu og reyðsprøku í mun til onnur ár, meðan lítið var at fáa av kongafiski.
Magakanningarnar vístu, at lítið var til av nebbasild við tað, at eingin nebbasild varð funnin í nøkrum maga av toski, hýsu ella upsa. Ein upsi hevði etið tveir smáar makrelar, ávikavist 17 og 18 sentimetrar langir.
- Hetta vísir, at smáur makrelur er undir Føroyum, hóast nøgdirnar eru ókendar, sigur Havstovan.
Fyribilsu?rslitini vísa, at toskurin sto?ð meira spjaddur enn vanligt og var at fa?a a? ymiskum støðum, har hann ikki plagar at vera hesa a?rsins ti?ð, eitt nú a? Munkagrunninum.
- Av ti? sama var einki sto?rt toskaha?l hendan tu?rin, sum onkunti?ð hevur verið vestan fyri Sandoynna, sigur Havstovan.