Sverri Hansen hevur onga viðmerking til, at hvørki nevnd ella stjóri í Fiskasøluni vistu um æltaninar hjá Fiskavirking at seta egnan søluleiðara.
- Eg siti sum nevndarformaður fyri Framtaksgrunnin. At onkur í systeminum ikki er glaður fyri tað, sum hendir; tað má eg liva við.
Sverri Hansen leggur enn eina ferð dent á, at talan er um tvær atskildar fyritøkur. Og tað er ikki ábyrgdin hjá Framtaksgrunninum at leggja bond á leiðsluna við ymsum krøvum um, hvussu í hesum førinum leiðslan á Fiskavirking vil arbeiða.
- Tí so verður toført at plasera ábyrgdina, sigur hann.
Sverri Hansen ber heldur ongan ótta fyri, at Fiskasølan missir tær 330 milliónir nær í umsetningi, sum Fiskavirking seldi fyri í fjør.
Talan er á ongan hátt um at kvetta á stokkinum, sigur hann..
- Fiskasølan er ein tænastufyritøka, og hennara rættur at eksistera er tengdur at, at hon er kappingarfør, sigur Sverri Hansen.
Hann ber heldur ongan ótta fyri, at langsiktaða søluarbeiðið fær ein framman á við nýggju gongdini innan føroyska fiskaframleiðslu.
-Fiskasølan er framvegis ein sterk fyritøka, og tað er vert at minnast til, at meira enn helvtin av søluni hjá Faroe Seafood Prime kom í fjør frá fyritøkum uttanfyri Fiskavirking, sigur Sverri Hansen.