Fiskasløg hvørva úr Norðsjónum

Kanningar, sum norska hav­rannsóknarskipið Jo­han Hiorth hevur gjørt, vísa, at fiskasløg sum toskur, hýsa og sild eru um at hvørva úr Norð­sjónum, tí føðin hjá hesum fiskasløgunum svíkir, sigur norska útvarpið NRK.
Í Norðsjónum liva toskur og onnur fiskasløg fyri tað mesta av tobis, men hesin stovnurin er minkaður burtur í einki tey seinastu árini. Fiskifrøðingarnir høvdu vónað at finna ein góðan árgang av tobis nú, men uttan úrslit. Tvørt­ur­ímóti vísir tað seg, at tobisstovnurin er minkaður heili 90 prosent í Norð­sjónum, sigur fiski­frøðingurin Tore Johannes­sen við NRK. Hann sigur, at gongdin hjá tobis­stovninum er ein týðilig ábending um, at øll tey vanligu fiskasløgini í Norðsjónum hava ilt við at endurnýggja seg.
Tore Johannesen ivast ikki í, at tann stóra afturgongdin hjá tobisstovninum kemst av umfatandi dálking í Norðsjónum. Tað ávirkar ikki bara fiskastovnarnar, men eisini sjófuglin, sum er minkaður nógv tey seinastu árini.