Fiskasølan sjónligari í býarmyndini

Bygningurin sum Føroya Fiskasøla heldur til í er nú lýstur til leigu. Fiskasølan fer at flyta sítt virksemi oman í Vágsbotn einaferð í mei mánaði. Endamálið er millum annað at fáa Fiskasøluna innaftur í býarmyndina

Hóast leigusáttmálin hjá Fiskasøluni í núverandi bygninginum úti í Havnadali er galdandi inntil august mánaða, so vóna tey at kunna flyta oman í snotuligu hølini í gomlu smiðjuni hjá Wenzel í Vágsbotni longu í mei mánaði.
? Við hesum vilja vit hava Fiskasøluna fram aftur, sigur stjórin, Árni Arge, sum heldur, at Fiskasølan hvarv, tá hon fór út í Havnadal. Og hann heldur, at tað er onki betur enn Vágsbotnur, tá tað snýr seg um at fáa Fiskasøluna fram aftur í býarmyndina.
? Vit halda eisini, at tað er best, at ein Fiskasøla liggur við vatnið, sigur Árni Arge og vísir samstundis á, at tað verður munandi meiri brúkaravinarligt hjá bæði veitarum og brúkarum.
Stjórin á Fiskasøluni sigur tó, at tað sum so ikki er nakað galið við bygninginum, sum tey húsast í nú, uttan at hann liggur so langt frá býnum.
? Um hesin bygningurin kundi verðið fluttur nærri býnum, so høvdu vit væl kunnað hildið fram her, sigur hann og leggur afturat, at tað verður eisini stuttligari og áhugarverdari hjá starvsfólkunum at arbeiða í býnum.
Bygningurin í Vágsbotni er gjørdur í stand, men tað arbeiðið er ikki heilt liðugt enn. Tá tað verður liðugt, flytur Føroya Fiskasøla í nýggju hølini.
Tað starvast 40 fólk í Føroya Fiskasølu, har av 16 í Havn. Hini starvast hjá dótturfeløgum í Onglandi, Fraklandi og Danmark.