Ólavur í Beiti
Mánadagin 2. november er Fiskasølan, sum nú í mong ár hevur hildið til Úti við Strond, flutt á Mykinesgøtu úti í Havnardali í bygningin hjá Eileri Jacobsen. Tað var Dagblaðið sum bygdi bygningin fyri nøkrum árum síðani.
Bygningurin sum Fiskasølan nú hevur leigað seg inn í á Mykinesgøtu er 600 fermetur til støddar.
Framsýning í Dalian
Og samstundis sum Fiskasølan flytur út í Havnardal, er Fiskasølan eisini við á stórari fiskavøruframsýning í Dalian í Norðurkina. Tað er serliga viðvíkjandi rækjuútflutningi at Fiskasølan er við á hesi framsýning nú annað árið á rað.
Stjórin í Fiskasøluni, Hans Jóhannes á Brúgv, sigur, at tá sølan støðgaði til Russland í august í ár, ráddi um at fara aðrar leiðir og valdi Fiskasølan at leggja seg eftir kinesiska marknaðinum, har eisini fólkið er, sum hann málber seg.
Eisini laks
Umframt at selja kinverjum rækjur, verður nú eisini laksur vístur fram á básinum hjá Fiskasøluni í Dalian. Fiskasølan hevur einki selt av laksi til henda marknað, men seldi í fjør fyri einar 20 mió. kr í rækjum.
Og stjórin sigur, at ein av orsøkunum til, at Fiskasølan nú aftur er við á hesi fiskavøruframsýning í Kina, sum í fjør var í Beijing, er fyri at økja søluna av rækjum og øðrum fiskaúrdráttum til henda fólkaríka marknað.