Í farnu viku bleiv havnarmaðurin Birgir Kass settur í starv sum nýggjur stjóri hjá Faroe Seafood UK, sum er skrivstovan hjá fiskasøluni í Bretlandi. Birgir avloysir Irwin Edwards, ið er farin úr starvinum.
Nærri feska fiskinum
Í telefonini úr Onglandi greiðir Birgir Kass frá, at Faroe Seafood UK nú fer at flyta úr býnum Preston, har hildið hevur verið til í nøkur ár, til kenda fiskivinnubýin Grimsby, har Fiskasølan áður hevur havt nógv virksemi. - Á henda hátt koma vit nærri feska fiskinum, og tað verður lættari hjá okkum at koma í samband við bæði keyparar og seljarar, sigur Birgir Kass.
Í løtuni starvast fimm fólk hjá Faroe Seafood UK, men Birgir Kass sigur, at ætlanir eru um at økja um virksemið, og tá fer starvsfólkatalið óivað at vaksa, sigur hann.
Birgir Kass er 33 ára gamal og hevur starvast hjá Fiskasøluni síðani 1997. Fyrstu árini á Fiskasøluni starvaðist Birgir hjá júst Faroe Seafood UK, men seinastu fimm árini hevur hann verið á høvuðsskrivstovuni í Havn. Hann er útbúgvin eksport-teknikari.
Birgir er sonur Ernst og Eyðbjørg Kass í Havn, og hann er giftur við Beintu, dóttur Oddvá og Niels Nattestad. Tey eiga børnini Dánjal, Eyðbjørg og Johan, og fjórða barnið er væntandi í mai mánað.