Á aðalfundinum hjá Føroya Fiskasølu týsdagin kundi nevndin leggja fram eitt úrslit, har góðar tíggju milliónir vóru í avlopi áðrenn skatt. Hetta eru 1,6 milliónir betri enn árið fyri.
Felagið hevur í árinum givið eitt avkast upp á 18,2 prosent árðenn skatt í mun til eginpeningin við ársbyrjan og var eginpeningurin við árslok góðar 64 milliónir krónur.
Fiskasølan er størsta útfluningsfyritøka í landinum. Samlaði umsetningurin hjá Fiskasølusamtakinum var í fjør 806 milliónir krónur. Dóttirfeløgini í Stóra Bretlandi, Fraklandi og Danmark høvdu meira enn helmingin av samlaða umsetninginum í fjør.
Nevndin í Føroya Fiskasølu varð afturvald. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni, Høgna Hansen, sum næstformanni. Hinir nevndarlimirnir eru Jákup Jacobsen og Jens Josefsen.










