Føroya Banki eigur alifyritøkuna Vestlax, sum væntandi verður seld í mai. Tað skrivar norska fiskivinnublaðið Fiskaren. ?Låner til lån? skrivar blaðið um lántøkurnar hjá føroyskum bankum og sparikassum í seinastuni ?Tað gongur so væl hjá føroyskum bankum og sparikassum nú, at neyðugt er at læna miljardir á altjóða fíggjarmarknaðinum fyri at nøkta eftirspurningin?.
Jú, tú las rætt!
Men tað er ikki vist, at tú skilir tað...
Tann 30. mars hevur norska fiskivinnublaðið Fiskaren grein, sum blaðið kallar ?Låner til lån?.
Í blaðnum verður í stuttum skrivað um seinastu lántøkuna hjá Føroya Banka upp á 1,2 miljardir krónur, samstundis sum víst verður á, at Eik Banki eisini hevur lænt pening uttanlands.
Men tað eru ikki bara Føroya Banki og Eik Banki, sum ?låner til lån?, sum blaðið skrivar.
Norðoya Sparikassi hevur eisini ?lænt til at læna útaftur?.
Í greinini í Fiskaren verður eisini víst á, at Føroya Banki eigur alifyritøkuna Vestlax, sum blaðið sigur væntandi verður seld í komandi mánaði.