Fiskaríverkfrøði kann lesast í Sisimiut

Tey fyrstu trý semestrini verða í Grønlandi og tey seinastu tvey í Danmark.

Fyri fyrstu ferð verður nú møguligt at útbúgva seg til fiskaríverkfrøðing í Grønlandi, har fokus verður lagt á alla virðisketuna – frá veiði, virking og til burðardygga umsiting av fiski og skeljadjórum.

 

Tað er Danmarks Tekniske Universitet (DTU), sum í september í ár letur dyrnar upp fyri nýggjum næmingum, sum skulu ganga fyrstu trý semestrini á Artek í Sisimiut.

 

- Her verða næmingabústaðir, eins og ferðirnar millum Grønland og Danmark, har fjórða og fimmta semestrið verður, verða goldnar, sigur Nina Qvistgaard, sum fer at hava ábyrgd av nýggju útbúgvingini.

 

Nýggja útbúgvingin fer ikki bara at snúgva seg um fiskiskap í arktiskum økjum.

 

Við breiðum fokusi á menning og trygging av burðardyggari fiskivinnu, bæði samfelagsliga, fíggjarliga og umhvørvisliga, fer útbúgvingin at vera viðkomandi í øðrum londum eisini, sum fáast við fiskivinnu.

 

Nina Qvistgaard vísir á, at við teimum seinastu trimum semestrunum við starvsvenjing, valfríum skeiðum og endaverkætlanum, ber til at fara allastaðni kring heimin í starvsvenjing, har fiskivinna hevur ein leiklut.

 

Nýggja útbúgvingin er skipað í tøttum samstarvi millum Grønlands Naturinstitut, Grønlands Universitet og grønlendska heimastýrið, og tað er sum nevnt Danmarks Tekniske Universitet, sum letur dyrnar upp.

 

- Tá útbúgvingin ikki er í øðrum londum, verður roknað við, at tað verða góðir arbeiðsmøguleikar kring heimin fyri fólki við útbúgvingini, sigur Nina Qvistgaard við www.sermitsiaq.ag