Fiskaríkidømið hevur størri týdning

Eftir at løgtingslimurin Gerhard Lognberg í mikudagin á Portalinum var endurgivin fyri niðrandi orð síni í tinginum um sømdargávur til listafólk, kom eldur í bæði javnaðarfólk, listafólk og onnur.
Javnaðarflokkurin kom við eini spakari viðmerking um, at orðini máttu standa fyri Gerhardsa egnu rokning, og at orðini als ikki vóru umboðandi mentanarpolitikk floksins.
Tað var ein orsøk til, at Javnaðarflokkurin ikki tók harðligari til orðanna móti Gerhardi Lognberg.
- Tað er ikki fyrstu ferð, at Gerhard Lognberg ger slíkt. Hann provokerar fyri at skapa rumbul, og tað ringasta er, at fleiri fólk í landinum eru samd við honum, sigur Rigmor Dam, sum umboðar Javnaðarflokkinum í mentanarnevnd løgtingsins.

Óheppið
Hon heldur tað vera nógv fyri, at Gerhard Lognberg skuldi koma við sínum sjónarmiði sama dag, sum orðaskifti var um at uppskotið hjá samgonguni um at avreiða okkara fiskiríkidømi, sum Rigmor Dam tekur til.
- Tað varð gjørt alt ov nógv burtur úr tí, sum Gerhard Lognberg segði. Í staðin fyri at luta eftir honum áttu allir føroyingar at farið upp á barikadurnar, sigur Rigmor Dam.
Hon heldur, at verður tað, sum samgongan vil, vendist ikki aftur, og ráð vera hvørki til at føra mentanarpolitikk ella vælferðarpolitikk.
- Tað var tí, at vit ikki mótmæltu so hart alment í gjár, sigur Rigmor Dam, sum leggur aftrat, at sjónarmiðið hjá Gerhardi Lognberg stríður móti grundreglunum í javnaðarhugsjónini.
Ikki er greitt, um spurningurin verður tikin upp innanfloks.