Fiskaprísirnir á veg upp

Ta seinastu tíðina hava skip og bátar fingið heldur betri prís fyri tosk og hýsu

Fyrst fall prísurin á toski nógv, og síðani fall prísurin á hýsu eina helvt. Men nú eru tekin um, at prísurin á báðum sløgunum er á veg uppaftur.

 

Hesa vikuna er tann størsti toskurin seldur fyri góðar 14 krónur kilo og toskur III, sum mest var á Fiskamarknaðinum, fór fyri knappar 14 krónur. Besti prísur fyri stóran tosk var 18,60 krónur.

 

Hýsuprísurin er eisini hækkandi. Fyri nøkrum fáum døgum síðani lá hann um 12 krónur, men í hesi vikuni kom meðalprisurin á teirri stóru hýsuni upp í 15,45 krónur, og hýsa II fór fyri 14,69 krónur. Besti prísur fyri ta stóru hýsuna var 16,70 krónur. 

 

Prísurin á longu hevur verið rættiliga støðugur í seinastuni, men eisini hann hevur verið heldur hægri hesa vikuna. Eitt nú fór tann stóra longan fyri 12,70 krónur í meðal tann eina dagin.