Lønarhækking
og fiskaprísir
Spádómarnar um, at lønarhækkingin fer at føra til, at avreiðingarprísirnir fara at lækka, hava ikki nógv upp á seg.
Tað heldur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, eftir at bæði ráfiskaseljarar og -keyparar í Sosialinum í farnu viku førdu fram, at vandin við lønarhækkingini hjá arbeiðsfólki á landi, er, at tað fer at trýsta avreiðingarprísirnar niðureftir, tí nú fara virkini ikki at hava eins nógvan pening at keypa fisk fyri, sum tey høvdu frammanundan.
Hatta er sama søgan, sum arbeiðsgevarar hava ført fram hesi seinastu 100 árini, sigur Ingeborg Vinther.
?Hetta er onki uttan ein roynd at seta kílar ímillum fiskimenn og arbeiðsfólk á landi, leggur hon afturat.
Hon sigur, at hvørja einastu ferð, at nýggir sáttmálar verða gjørdir á landi, eru arbeiðsgevarar til reiðar við søgum um at tað fær avleiðingar fyri eitt og annað, og eisini fyri fiskaprísirnar.
? Eg vóni ikki, at tað er nakar, sum trýr hasum longur, tí hatta er onki høpi í.
Hon vísir á,at sama søgan varat hoyra eftir seinastu samráðingar, tá ið lønirnar eisini hækkaðu næstan 9%.
? Men øll vita, at hesi seinastu árini hava fiskaprísirnir ongantíð verið hægri enn tað sama, sigur Ingeborg Vinther.