Hagstova Føroyar staðfestir í dag, at fiskaprísirnir hava roynst betri fyrra hálvár í 2010 í mun til saman tíðarskeið í 2009. Fyrra hálvár í 2010 vísur, at í alt er avreiðingarnøgdin minkað nakað, samanborið við fyrra hálvár í 2009. Hinvegin er avreiðingarvirðið vaksið við 16 prosentum.
Verður hugt nærri at teimum týðandi fiskasløgunum sæst sama rákgongd. Tað er munandi minni avreitt av upsa higartil í ár. Tað er hinvegin avreidda virðið á upsanum, sum er tað sama sum í fjør.
Virðið á toskinum er økt við áleið 50 prosentum, og nøgdin av toski er vaskið við 30 prosentum.
Hýsufiskiskapurin hevur verið nakað hin sami í ár, og avreidda virðið á hýsuni er økt við nær um einum triðingi.
Fiskasløgini brosma, longa og blálonga hava nær um tvífalda sítta avreiðingarvirði higartil í ár, samanborið við í fjør ? tað er úr góðum 30 milliónum í 2009 til smáar 57 milliónir í 2010. Avreidda nøgdin á hesum fiskasløgum er higartil í ár vaksin við áleið eini helvt í ált.
Tað skrivar hagstovan.fo í dag.