Fiskamjølvirki leggja saman

Tvey av teimum stóru fiskamjølvirkjunum í Norðurlondum hava gjørt av at leggja saman. Talan er um donsku fyritøkuna TripleNine og ta norsku Koppernaes.

Nýggja felagið, sum verður veruleiki til várs, fer at eita TripleNine Group A/S. Tað verður tað størsta av sínum slagi í Norðurlondum og fer at hava virkir í Danmark, Noregi og í Kili umframt 50 prosent av norsku fyritøkuni Norsildmel AS.

Høvuðssætið hjá tí nýggja felagnum verður í Esbjerg, har TripleNine hevur sítt høvuðssæti.