Ferðafrásøgn
Seinni partur
úr Istanbul:
Smølu gøturnar í Istanbul hýsa hópin av søgu. Bæði skrivaðari og sagdari á mannatungu ætt eftir ætt.
Tað stendur ein høg súla stutt frá høvuðsinngongdini til stóra basarin í Istanbul. Fest á sterkt fundament, sum er aldargamalt og so friðhalga, at eingin torir at nerta tað yvirhøvur. Tí her inni er einki minni enn Jesu krossur goymdur. Tann veruligi og einasti krossurin væl at merkja, sigur søgnin í Istanbul. Og hann er so heilagur, at heldur ikki teir allar mest rætttrúgvandi muslimarnir hava torað at kannað eftir, um tað nú eisini passar.
Søgnin sigur, at tá hin heilaga Helena, móðir Konstantins keisara, sum gav býnum navnið Konstantinopel, vitjaði Heilaga Landið fyrst í fjórðu øld, fann hon krossin, Jesus var krossfestur á ,og tók hann heim aftur við sær.
Hesin krossur varð múraður inn í eini súlu í miðum býnum, og var ein upp aftur hægri, mjá súla sett omaná. Og har er hann enn, veit ferðaleiðari okkara at siga frá.
Soleiðis skal hendan súlan vera eini tveyhundrað ár eldri enn Hagia Sofia kirkjan, sum stendur ikki so øgiliga langt haðani. Og báðar hava tær fingið loyvi at standa alla hesa tíðina, hóast bæði kollveltingar, kríggj, jarðsjálvtar og alt møguligt annað. Jú, ivaleyst er okkurt um tosið.
Hvílustaður ferðamansins
Í útjaðaranum á stóra basarinum í Istanbul hópast vit í einum innigyrdum garði, har bara eitt einsamalt opið portur er út á gøtuna. Allan vegin runt garðin eru húsabygningar, sum í dag hýsa bæði handlum og privatum bústøðum.
Men soleiðis hevur ikki altíð verið, veit ferðaleiðarin at siga frá. hetta er eitt sonevnt »karavansarí«. Ein frístaður teirra ferðandi her við vestara enda á tiltiknu og søguríku Silkirutuni, sum rakk eystan úr Kina gjøgnum duldarrík lond og býir higar at okkara parti av heiminum.
Higar komu stóru handilsfylgini, karavanurnar, við sínum farmi og ómetaligu viðrum. Og higar komu eisini alskyns røvarar og bandittar, sum livdu av at fylgja karavanunum og ræna tær fyri síðan at brúka ríkidømið upp í býnum, áðrenn farið varð út aftur á nýggjar ránsferðir.
Alt hetta lívið helt á, eisini eftir, at turkar á hestbaki vóru komnir inn av stóru fløtunum fyri eystan og høvdu lagt býin undir seg.
Hetta stolta, ferðandi fólkaslagið, sum kortini flýddi undan mongolunum, ið komu sum stormur á rossabaki eftir fløtunum og løgdu alt og øll undir seg, hagar teir komu. Teir róku so teir illa lýddu turkararnar fyri sær.
Og hesir vóru veruliga illa lýddir fyri vestan. So illa, at gamalt orðatak var, sum segði, har har turkurin hevði stigið, vaks ikki gras aftur.
Men eisini eftir, at teir høvdu tikið Istanbul, og eftirkomarar Djengis Kahn's, mongolahøvdinga, vóru burtur aftur, hildu turkararnir á at treingja vestur gjøgnum Europa. Heilt at býargrindunum í Wien náddu teir, men so heldur ikki longur.
Í øllum hesum rokanum vóru kortini hesar karavanstøðirnar verðandi. Hesar støðir vóru frístøðir í orðsins rætta týdningi. Tí higar komu tey ferðandi og kundu gista ókeypis í tíggjar dagar og nætur, áðrenn gjald varð tikið.
Her var song og bað at fáa. Her var lækni til tann, sum trongdi til tað, og her bar til at fáa kríatúrini ambætað, meðan ein sjálvur var í býnum ar fáa ta ambætan, sum ynskilig var eftir ein drúgvan túr, eystan úr londum Kinakeisaranna.
Hetta líkist eini kendari søgu, er fyrsta hugsanin, sum fer gjøgnum høvdið, meðan feðraleiðarin greiðir frá. Jú sanniliga er hetta sama skipan sum vit hoyra um í søguni um miskusama samariubúgvan.
Maðurin fór inn á gistingarhúsið við tí skadda og røktaði hann har. Har var jú lækni frammanundan, kunnu vit hugsa okkum til. Hann var ókeypis har inni fyrsta dagin, og tá hann fór avstað aftur, lat hann vertinum pening at passa sjúklingin fyri, til hann kom aftur.
Og soleiðis helt hetta lívið á, til europear oyðiløgdu tað heila við at finna siglingarleiðina suður um Afrika til tey ríku londini fyri eystan. Tá loysti seg ikki meira at ferðast við kamelum yvir land, tí bæði skjótari og bíligari var tá at flyta farmin við skipi. Tá sum enn var tað soleiðis, at størri nøgdin var, bíligari var flutningurin.
Fiskivinnan
Niðri við Bosporussundið situr ein maður og sker flak av nøkrum smáfiskum. Flakavirkið hansara er ikki av slíkum slagi, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan heima í Føroyum hevði góðkent. Ein gamal køksstólur við eini brúktari avís sum undirlag umframt ein rímiliga stóran kvív til so lítlan fisk er tað, hann hevur av útgerð.
Hann hevur verið á floti í dag, greiðir hann frá, og ger nú reint, so fongurin kann verða seldur í matstovuni, hjá beiggjanum beint innan fyri hurðina, har hann situr.
Jú, tað ljóðar bara heilt áhugavert, at fólk soleiðis royna at vinna sær eitthvørt lítið til eykainntøku. Hesin maðurin er pensionistur, greiðir hann frá, og rør nú eitt sindur út soleiðis sum ískoyti.
Her í Istanbul eru einir 1.000 slíkir útróðrarmenn, greiðir hann frá. Teir liggja í smáum bátum og dyrgja í sundinum. Mitt í allari skipaferðsluni liggja teir. Tættir sum í grind.
Tað kemst av, at teir royna eftir fiski, sum ferðast í torvum gjøgnum sundið. So neyðugt er at vera har, torvan er og helst fylgja henni.
Tað er eingin skipaður fiskivinnupolitikkur í Turkalandi, greiðir hann frá. Og tað tykir okkum løgið, tí Turkaland hevur langa strond. Bæði fram við Svaratahavinum, Bosporus og Marmarahavinum eins og Miðjarðarhavinum. Men ikki so frægt sum eitt fiskimálastýri hava teir, veit frásøgumaðurin at siga frá.
Løgið kortini, tosa vit, at tað skal bera til at eta fisk, sum veiddur er í hesum farvatninum, eftir sum vit júst hava fingið at vita frá ferðaleiðaranum, at Marmarahavið her beint fyri uttan, er so dálkað, at rátt verður frá at svimja í tí.
Men ikki bilar kortini. Vit fáa eisini fisk á fínari matstovu í býnum, og tá bilar ikki at eta. Fiskurin er heilstoktur, og allir eru líka stórir. Ivaleyst alifiskur onkunstaðni frá, men hvaðani er ikki til at vita. Men ikki bilar. Alt verður etið, og væl gagnast.
Tað er nú væl hugsandi, at hesin fiskurin er keyptur á fiskamarknaðinum niðri við sundið. Og ivaleyst er eisini innfluttur fiskur har uppií, hóast hann kann vera komin hvaðani sum helst, og ikki er til at siga, hvussu gamal hann er.
Nei, nú veðrur tað helst bara grenj, tí ein er vanur við at fáa fiskin so at siga livandi í pottin. Men soleiðis eru føroyingar ivaleyst, tá teir koma burtur aðrastaðni og síggja fisk á marknaði.
Men sigast má, at tað er áhugavet at ganga her á fiskamarknaðinum í Istanbul og síggja, hvussu nógv verður gjørt burtur úr at fáa vøruna at taka seg væl út og tykjast innbjóðandi.
Bæði kend og minni kend fiskasøg eru at síggja á marknaðinum. Breidd út á sýningardiskin í viftum ella bara lagdir hvør sær so lætt er at koma til.
Her eru hvasshvoysa og knurrhani. Makrelur og høgguslokkur. Júst somu sløgini, vit vanliga nýta til agn í Føroyum. Stórar rækjur breiddar út á ein platt, sum klæddur er við onkrum grønum, sum líkist granngreinum. Vanlig ælabogasíl og okkurt fiskaslag, sum ikki er kent á okkara leiðum.
Jú sanniliga duga tey, sum her standa fyri, kynstrið at fáa vøruna at síggja innbjóðandi út.
Og fólk koma at keypa. Her ganga møður við døtrunum. Gamla undan og tær yngru aftaná. Gamlir menn, sum kanska eins og heima í Føroyum koma at forvitnast, og yngri menn, sum eyðsýniliga eru farnir í býin at keypa sær eina greipu.
Beint hinumegin tjaldveggin, sum breiddur er út fyri at verja fiskin móti sólini, sum í dag kortini er skift útvið regn, liggja útróðrarbáratnir. Teir hava landað, og nú verður vaksað og riggað til aftur at fara aftur á flot í morgin at vita, um ein nýggj torva er á veg gjøgnum sundið.
Nei, tað er ikki so stórur munur á útróðrarmanninum, sum liggur og bíðar eftir líkindum. Annaðhvørt hann liggur við Bosporussundið ella suðuri undir Gamla Gerði klárur at fara á Norðhavi við snellu.









