Í dag hava fólk verið á marknaðarplássinum í Vágsbotni við fugli og fiski, og eitt nú hevur onkur maður norðan eftir verið við bakskura, sum ikki er vanligur fuglur at síggja á marknaðarplássinum í Vágsbotni.
Bakskuri er góður matur og fólk, sum Portalurin hevur tosað við, siga, at prísurin var 90 krónur fyri hvønn. Á einum góðum bakskura er helst nóg mikið av mati til tvey vaksin fólk.
Uppi í gongugøtuni í miðbýnum í Havn selir Eldborg ymiskar fiskavørur, sum tey javnan plaga at gera fríggjadag, og tá Portalurin var fram við fyri løtu síðan, søgdu tey, at tey fara at selja til klokkan 17 í dag.