Ein nýggj frágreiðing í Noregi staðfestir nú, at fiskalivur á døgurða-ella nátturðaborðinum ikki økir um vandan fyri krabba Tað økir ikki um vandan fyri krabbameini at eta livur.
Hetta staðfestir ein nýggj norsk frágreiðing, sum NILU (Norsk Institut for luftforskning) hevur luttikið í.
Fiskalivur hevur gjøgnum langar tíðir verið ein vanligur partur av døgurðaborðinum, serliga í smáum fiskivinnusamfeløgum.
Livur úr fiski hevur verið ein týdningarmikil kelda til D-vitaminur - ikki minst í teimum økjum, har vetrarmánaðirnir eru langir og myrkir, og lítið sólarljós er.










