Fiskakjallarin í Miðvági skal nú hava deild í Havn. Um mánaðarskiftið letur Fiskakjallarin í Miðvági deild upp í Havn. Í Havn kemur Fiskakjallarin at halda til ovast uppi í Bøgøtu. Hølini í Bøgøtu eru nú gjørd til endamálið, nøkur smáting eru eftir, at fáa uppá pláss, sigur Jens Eli Ellefsen, tó verður klárt at lata upp um mánaðarskiftið.
Vælumtókti Fiskakjallarin í Miðvági, hevur havt opið síðan novembur í fjør, tey eru vælnøgd við gongdina, men spennandi verður eisini at hava ein handil í høvuðsstaðnum, sigur Jens Eli Ellefsen.
Í Fiskakjallaranum eru øll sløg av fiski at fáa.