Í fiskakjallaranum í Miðvági, sum hevur havt opið síðan fyrst í desembur, eru tey væl nøgd við gongdina higartil.
Jens Eli Ellefsen sigur, at í desembur hevur sølan verið stór, serliga eru tað virkir, sum brúktu møguleikan, at gera stórkeyp til jólagávur.
Handilin liggur við høvuðsvegin, sum gongur gjøgnum Miðvág. Tað ger, at tey eisini hava havt nógvar kundar, sum ferðast til og frá flogvøllinum. Tað eru nógv, sum brúka møguleikan at støkka inn á gólvið og keypa sær ein vælpakkaðan fiskapakka við alskyns fiskamati, at hava við, áðrenn tey fara loftvegis úr Føroyum.
Upplatingartíðirnar eru mánadag til fríggjadag frá klokkan 10-12 og frá klokkan 15-18.