Fiskamarknaður
Europeiskir fiskakeyparar tykjast nú eisini vera smittaðir av neytaøði og eru farnir at seta hana í samband við aldan fisk.
Kaj Leo Johannesen, stjóri á fiskasølufelagnum Farex, sigur við Sosialin, at franskur fiskakeypari, hann hevur samband við, hevur nevnt fyri sær, at marknaðurin fyri alisfiski kanska fer at verða ávirkaður skeivan veg av málinum um neytaøði. Brúkarin er so smátt farin at blanda tingini saman og torir ikki at keypa aldan fisk av ótta fyri, at fóðri kann hava partar av beinamjøli ella blóðmjøli frá neytum í sær.
Hetta kann gera, at eitt nú laksaútflutningurin kann fara at minka, metir fransmaðurin.
Og okkurt tykist vera um tosið. Í hvussu er sigur Regin Jacobsen á Alistøðini á Bakka á Glyvrum, at keyparar hava kravt, at teirra sølufelag skjalprógvar, at hvørki beinamjøl ella blóðmjøl verða brúkt í fóðrinum, teirra laksur fær.
Og tað verður tað heldur ikki, staðfestir Regin Jacobsen avgjørdur. Beinamjøl hevur ongantíð verið brúkt yvirhøvur. Og hóast blóðmjøl fyrr hevur verið nýtt í laksafóðri, varð tað steðgað longu í 1995.
Hetta hava kundarnir eisini fingið skjalprógvað, sigur Regin Jacobsen.
Tað sum hendir, sigur Regin Jacobsen, er tað, at tær stóru handilsketurnar í Europa, sum eitt nú Alistøðin á Bakka selir til, hava starvsstovur, sum alla tíðina kanna vøruna, tær keypa. Har verður vøran flokkað eftir uppruna og slagi, og eitt nú aldur fiskur verður flokkaður saman við øðrum aldum djórum sum til dømis neyti og grísi. Keyparin biður so um váttan fyri, at fóðrið, kríatúrið ella fiskurin hevur fingið, ikki er gjørt úr beinamjøli ella blóðmjóli.
Hesa váttan hevur Alistøðin á Bakka kravt og fingið frá fóðurframleiðara sínum. Síðan er hon send sum skjalprógv til keyparan. Og tað hevur keyparin verið nøgdur við, tí meira hevur alistøðin so ikki frætt um tað, sigur Regin Jacobsen.
Heldur ikki Føroya Havbúnaðarfelag veit nakað um hetta, sum fransmaðurin hevur borið upp á mál, sigur Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum. Hann sigur, at hann hevur als ikki frætt hasi tíðindini fyrr enn nú. Men hann metir tó ikki at tey hava so nógv upp á seg.
Hans Jacobsen sigur, at Havbúnaðarfelagið fer ikki undir nakað lýsingarátak ella tílíkt at steðga slíkum, tí tað hevur felagið ikki pengar til. Men hann vísir á, at norðmenn, sum jú selja nógvan alifisk, hava brúkt nógvar pengar upp á júst slíka upplýsing.