Flakavirkið Klivar í Nólsoy læt upp í 1979 - 10 ár eftir, at eitt nú Nykur á Toftum læt upp.
Tá virkini kring landið vóru flest í tali, vóru tey fleiri enn 20, og tey flestu framleiddu somu fiskavørur.
Nú eru virkini, sum virka botnfisk undan Føroyum, nógv færri. Kortini eru nøkur eftir, og tey skapa í flestu førum nógv arbeiði til fólkið í nærumhvørvinum.
Í vikuni varð henda myndin tikin í hugnaligu - men "fjarskotnu" - bygdini Skarvanesi á Sandoynni.
Tað, sum myndamaðurin, sum sjálvur er nólsoyingur, hefti seg við, var, at fiskakassin á myndini er úr Nólsoy.
Poul Jákup Thomsen er ein av fáu íbúgvunum á Skarvanesi. Hann sigur, at stundum rekur nógvur reki á land á Skarvanesi.
- Hesin fiskakassin er einaferð í tíðini komin rekandi á land og er tikin niðan frá, men hvaðani hann er komin, er ikki gott at vita, sigur hann.
Nú eru fleiri ár, síðan flakavirkið í Nólsoy læt aftur sum fiskavirki. Virkið verður í dag brúkt til ymiskt tiltøk og endamál, eitt nú til brúdleyp.