Kunning
Í døgunum, 27. januar til 3. februar, skipar Fiskirannsóknarstovan fyri áhugaverdari framsýning umborð á Magnusi Heinassyni. Skipið kemur at liggja við bryggju á ymiskum støðum kring landið - ein dag á hvørjum plássi. Høvið verður hjá skúlaflokkum í framhaldsskúlunum og øðrum áhugaðum at vitja umborð.
Lagt verður fyri í Miðvági, 27. januar; síðan verður vitjað í Runavík, Tvøroyri, Klaksvík, Havn, og ferðin endar á Sandi, 3. februar.
Fyrilestur
Hvørt kvøld verður fyrilestur á staðnum, har øll eru vælkomin. Evnið er: Hvat stýrir fiskaframleiðsluni á føroyska landgrunninum?
Greitt verður eisini frá royndum við reiðskapi, og undirsjóvarfilmar verða vístir.
- Fyrilesturin byrjar hvørt kvøld kl. 20, men frá kl. 18 eru fólk vælkomin at vitja umborð og síggja framsýningina, sum er sett upp umborð á skipinum, sigur leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu.
20 ár á baki
Í góð 20 ár hevur Magnus Heinason verið havrannsóknarskip hjá Fiskirannsóknarstovuni.
- Nógv data og nógv tilfar er fingið til vega við skipinum hesa tíðina. Til tess at siga frá hesum arbeiðnum, bjóða vit framhaldsskúlanæmingum umborð at vitja. Næmingarnir sleppa eina rundferð umborð á skipinum, har teir sleppa at síggja ymisk tól og útgerð, úrslit frá kanningum, ymisk fiskasløg og annað, sigur Hjalti í Jákupsstovu.