Fiskaði við ov smáum meskum

Brimil tók í gjár trolaran, Topas, fyri at fiska við ov smáum meskum á einari leið eystan fyri Fugloynna.

Brimil tók í gjár trolaran, Topas, fyri at fiska við ov smáum meskum á einari leið eystan fyri Fugloynna.

 

Politiið fekk fráboðanina frá Brimli klokkan 18.45.

 

Brimil kom á Havnina við Topas, har skiparin varð ákærdur fyri at fiska við ov smáum meskum.

 

Skiparin játtar seg sekan.

 

Sektaruppskot verður lagt fyri skiparan seinni í dag. Topas royndi eystur úr Holinum, eystan fyri Fugloynna, tá Brimil tók hann.