Fiskaði fyri 6 mió á Flemish Kap

Besti túrur á Flemmish Cap gav 298.000 pund

Í kvøld er línuskipið Kambur komin aftur av sínum fjórða og seinasta túri á Flemish Kap á hesum sinni.

 

Eins og undanfarnu túrar, hevur veiðan henda túrin verið avbera góð. Hesaferð vóru skip og manning burtur í tilsamans 23 dagar.

 

- Hin besta túrin í nøgd høvdu vit 298.000 pund, og henda túrin hava vit umleið 270.000 pund, sum er at kalla fult skip.

 

Tað sigur Mortan Mortensen, skipari á Kambi.

 

Hann vísir á, at veiðan henda túrin hevur verið óføra góð, tó at hon kanska hevur verið heldur lakari enn, tá veiðan var best.

 

- Fiskiskapurin á Flemish Kap hevur allar túrarnar verið ein dreymur. Tað er hetta, ið tú sum sjómaður hevur droymt um, og øll míni ár á sjónum havi eg ongantíð upplivað so góðan fiskiskap.

 

Mortan Mortensen sigur, at eisini á hesum túrinum hevur veiðan hvønn dagin ligið millum 40.000 og 45.000 pund, sum er púrasta ókent í føroyskum sjógvi.

 

- Hóast fiskurin kanska ikki hevur verið fult so stórur henda túrin, sum undanfarnu túrar, er talan bara um tosk, stóran tosk.

 

Hann sigur, at talið av toski hvønn dagin hevur ligið millum 7.000 og 9.000, og hetta hevur verið ein rættiliga spennandi tíð.

 

- Vit fóru fyrsta túrin úr Føroyum kristi himmalferðardag, og vit byrjaðu at fiska á Flemish Kap beint fyri hvítusunnu. Nú er so hetta ævintýrið av á hesum sinni, og tá vit fara avstað aftur fríggjadagin, fara vit til Íslands.

 

Hann sigur, at prísurin fyri toskin av Flemish Kap var bestur eftir fyrsta túr, tá teir fingu umleið 12 krónur í miðal fyri kilo.

 

- Síðan er prísurin lækkaður nakað, og nú vænta vit at fáa góðar 11 krónur í miðal fyri kilo. Henda túrin hava vit heysað ein part av veiðini, og tað fer ivaleyst at hálað miðalprísin nakað upp.

 

Mortan Mortensen sigur, at veiðivirðið hjá Kambi fyri hvønn túrin á Flemish Kap hevur ligið um hálva aðru miljón, og onkur túrur gav nakað meiri.

 

- Samanlagt hava vit fiskað fyri umleið seks miljónir krónur á Flemish Kap í ár, og tað eru vit stak væl nøgdir við, sigur skiparin á Kambi.

 

in.fo kann skoyta uppí, at línuskipið Váðasteinur eisini hevur roynt á Flemish Kap hesar seinastu dagarnar. Teir eru júst farnir at sigla heim við góðari veiði.