Fiskaboykott ov seint

Herfyri heitti heimsnáttúrugrunnurin World Wildlife Foundation á fólk í Danmark um ikki at keypa tosk ella toskaflak í fiskahandlunum ella stórhandlunum, tí talan er um fisk úr stovnum, sum eru hóttir.

Ístaðin fyri eiga fólk at keypa upsa ella aldan fisk, segði WWF. Men boykottið kemur eini seks ella átta ár ov seint, sigur formaðurin í danska fiskimannafelagnum, Flemming Kristensen, tí í dag verður torført at verja stovnarnar, sigur hann.