Vágs Kommuna hevur reist eitt prýðiligt eldrasambýli. Men tørvurin er stórur og møguleikar hava alla tíðina verið fyri víðari útbygging av eldrasambýlinum, ið hýsur 12 fólkum.
Tá farið varð undir at arbeiða við ætlanum um eldrasambýlið, var Vágs Matmøðrafelag ein høvuðsstuðul og skipaði fyri mongum tiltøkum fyri at savna pening.
Fiskaborð, Jóan Petur og hugni
Og nú er felagið aftur farið til verka, so peningur kann savnast til 2. byggistig.
Leygarkvøldið verður skipað fyri hugnakvøldið í VB-húsinum. Byrjað verður við fiskasuppu og á matarlepanum eru síðani ein hópur av rættum úr bókini ?Góður matur úr sjónum?, ið kom út fyri jól. Gestakokkurin kemur úr Skalavík. Hann nevnist Jóan Petur og er kendur sum Okkara Kokkur úr Svf.
Gita ein sang
Felagssangur verður undir borðhaldinum við hópi av gomlum sjómansvísum, kærleikssangum og gomlum slagarum.
Ymsar kappingar verða til undirhalds. Spurnarkapping millum borðini og kappingin Gita ein sang. Eisini annað undirhald verður og burturluting.
Farið verður uppá gólv saman við Jómsvíkingum og sumbingum. Til dansin aftaná leikar Skák.
Vágs Matmøðrafelag skipar fyri kvøldinum. Felagið er farið undir at savna inn pening til 2. byggistig av Eldrasambýlinum, ið Matmøðrafelagið var saman við Vágs Býráð um at byggja.
Hugnakvøldið byrjar klokkan 20 og kostnaðurin er 150 krónur.
Tekningarlistar liggja á Shell, Statoil og Suðuroyar Heimavirki. Seinasta freist at tekna seg er 24. januar.









