Fiskaaling hevur gjørt samarbeiðsavtalu við eitt av fremstu kynbótafeløgunum í heiminum, SalmoBreed. Avtalan snýr seg um samstarv um rognaframleiðslu í Føroyum. SalmoBreed sigur, at avtalan við Fiskaaling tryggjar føroysku alarunum tilgongd til fremsta kynbótaarbeiðið í heiminum.
- Vit eru ógvuliga spent upp á hetta samstarv og eru sera fegin um, at Fiskaaling júst hevur valt okkum at samstarva við.
Fiskaaling hevur í dag ein marknaðarpart í Føroyum á 50-75%, og tey í SalmoBreed vilja viðvirka til at styrkja støðuna á føroyska marknaðinum.
Eisini stjórin í Fiskaaling, Kristian Petersen, fegnast um avtaluna millum partarnar.
- Vit fegnast eisini um, at avgerðin um rognaframleiðslu í Føroyum endaliga er tikin, soleiðis at vit kunnu fara meira málrættað til verka. Vit ivast ikki í, at vit hava fingið eina góða avtalu við eitt av fremstu kynbótafeløgum í heiminum.
Kristian Petersen heldur, at samstarvið fer at hava stóran týdning fyri alivinnuna frameftir.
- Okkara vón er, at føroyska alivinnan fer at taka væl undir við okkara framleiðslu, sigur stjórin í Fiskaaling.