ALING
Tá vinnustevnan FaroExpo var í Runavík, hevði Fiskaaling, sum hevði bás á stevnuni, vitjan av norðmanninum, Thoralf Solberg, sum starvast á marknaðardeildini hjá stóra norska kynbótafelagnum, SalmoBreed.
Fiskaaling og SalmoBreed hava fyrr í heyst skrivað undir samarbeiðsavtalu, har norska kynbótafelagið skal veita Fiskaaling útvald rogn, ið eru kynbøtt eftir teimum ynskjum, sum føroyska alivinnan hevur.
Avtalan, sum fyribils verður galdandi í fýra ár, merkir, at Fiskaaling fer at klekja rognini við Áir, og síðan verður yngulin aldur til lívfisk á lívfiskastøðini í Skopun, til hesin verður strokin, og rognini seld – fyrst og fremst til føroysku alivinnuna.
Føroyskir alarar kunnu soleiðis vænta sær fyrstu rognini úr hesum samstarvi á heysti í 2014.
Trygg heilsustøða
Bæði Fiskaaling og SalmoBreed eru spent upp á hetta samstarv, sum feløgini meta fer at geva báðum pørtum – og føroysku alivinnuni - nakað.
Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling og Thoralf Solberg á marknaðardeildini hjá SalmoBreed, siga, at samarbeiðsavtalan fer at tryggja føroyskum alarum tilgongd til fremsta kynbótaarbeiði í heiminum, samstundis sum øll framleiðslan frá eygarogni fram til strúking fer fram á landi í Føroyum.
- Hetta skal verða við til at tryggja góðu heilsustøðuna, sum føroyska alivinnan hevur í dag, siga teir báðir.
Á vitjanini í Føroyum var Thoralf Solberg ein túr í Skopun og vitjaði á Lívfiskastøðina har, og hann var eisini á Fiskaaling.
- Eg haldi, at hann var væl nøgdur við tað, sum hann sá, sigur Kristian Petersen.
Hyggja frameftir
Leingi hevur verið ógreitt, hvør lagnan hjá Lívfiskastøðini í Skopun fór at verða.
Á støðini gongur lívfiskur, men seinnu árini hevur einki verið gjørt við veruligt kynbótaarbeiði, sum er rættiliga kostnaðarmikið virksemi, ið stór kynbótafeløg uttanlands brúka nógvar miljónir upp á um árið.
Føroyskir alarar hava tó verið óførir at keypt føroysk rogn, og enn í dag hevur Fiskaaling ein marknaðarpart í Føroyum, sum liggur omanfyri 50%.
Eitt av málunum við samarbeiðsavtaluni millum Fiskaaling og SalmoBreed er, at marknaðarparturin í Føroyum skal styrkjast enn meiri, eins og feløgini upp á longri sikt hugsa um útflutning av rognum til onnur lond.
Geva inntøkur
Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, sigur, at rognini, sum føroysku alararnir fáa um eini trý ár, verða rogn, sum tá hava verið undir eftirliti alla tíðina.
- Vit síggja stórar møguleikar í hesum samstarvi, sum upp á longri sikt eisini kann koma at geva inntøkur við sølu.
Stjórin sigur, at í fyrstu syfti er hann nøgdur, um framleiðslan av rognum til føroyskar alarar kann fáast at hvíla í sær sjálvari. Hinvegin kunnu inntøkur skapast við sølu til føroysku alivinnuna, um vinnan tekur dyggiliga undir við kynbótasamstarvinum millum Fiskaaling og SalmoBreed.
- Tað er í fyrsta lagi føroyska alivinnan, sum er í okkara huga, men vit hugsa eisini um at selja rogn av landinum til útlendskar laksaframleiðarar, og tá kann talan gerast um eina veruliga forrætning, sigur hann.
Betri enn vit
Kristian Petersen leggur aftrat, at meðan samstarvið millum føroyska og norska felagið er í gongd og verður bygt upp, fer Fiskaaling sum higartil at selja rogn undan føroyskum lívfiski til føroysku alararnar.
- Føroysku rognini undan lívfiskinum, sum nú gongur í Skopun, verða burtur, tá rognini, sum spyrjast úr samstarvinum millum Fiskaaling og SalmoBreed, taka yvir. Føroyskir alarar hava verið fegnir um føroysku rognini, men tá kynbótaarbeiði longu er hildið uppat fyri nøkrum árum síðan, ber í longdini ikki til at byggja føroyska laksaaling á henda lívfisk.
Kristian Petersen vísir á, at tað hendir nógv á hesum øki, og hevði Fiskaaling ikki fingið samstarvið við SalmoBreed í lag, høvdu onnur kynbótafeløg við árunum gjørt tað nógv betri enn føroyingar.
Stjórin í Fiskaaling fegnast eisini um, at endalig greiða nú er fingin á, hvør framtíðin hjá Lívfiskastøðini í Skopun verður.
Hittust í Brüssel
Tað var annars á matvørumessuni í Brüssel fyrr í ár, at Fiskaaling kom í samband við SalmoBreed, og longu nú í heyst er samarbeiðsavtala fingin í lag millum partarnar, sum fer at veita føroyskum alarum rogn um eini trý ár.










