KUNNING
Fiskaaling er nú farið í holt við eina roynd at geva Alitíðindi útaftur.
Ymiskar royndir heilt aftur til sjeytiárini hava verið gjørdar at lýsa virksemið hjá Fiskaaling og í føroysku alivinnuni annars.
Seinasta royndin hjá Fiskaaling í so máta var Alitíðindi, sum felagið gav út árini 1996 til 2005, tá henda útgávan aftur datt niðurfyri.
- Vit á Fiskaaling hava nú sett okkum fyri at kunna alivinnuna og
fólk annars nærri um virksemi felagsins. Tíverri er gjørt ov lítið
við hetta seinnu tíðina og fyri at bøta um hetta, hava vit sett
okkum fyri at geva blaðið Alitíðindi út aftur. Vit meta tað vera
sera umráðandi, at vit javnan kunna um okkara virksemi og
vóna vit, at vinnan og fólk annars við áhuga fyri alivinnuni
tekur væl ímóti hesum, sigur Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling.
Hann leggur aftrat, at Alitíðindi ætlandi skal koma út eina ferð um ársfjórðingin.
Góðskukanningar
Ein av greinunum í nýggju útgávuni snýr seg um góðskukanningar av laksi, sum Fiskaaling fer á øllum alifyritøkum í Føroyum. Hetta er ein verkætlan, sum byrjaði í mars 2010 og heldur fram til mars 2011.
- Hesar kanningarnar verða gjørdar fyri at skjalprógva góðskuna á føroyskum alilaksi, samanbera laks frá øllum alifyritøkunum í Føroyum og fyri at kanna, hvussu góðskan broytist við árstíðini, sigur Alitíðindi í nýggju útgávuni.
Lagt verður aftrat, at verkætlanin møguliga fer at geva
ábendingar um øki, sum eiga at verða kannað nærri.
- Alifyritøkurnar fáa síni úrslit og miðaltølini fyri øll virkini sendandi annan hvønn mánað, og ein endalig frágreiðing verður skrivað, tá verkætlanin er liðug í komandi ári, sigur Fiskaaling.