Fiskaaling: Jan Mortensen vísir ákærunum aftur

Jan Mortensen er nevndarformaður í Fiskaaling. Hann vísir ákærunum frá starvsfólkunum aftur, tá tey siga, at eingin kunning er farin ígjøgnum skipanina og at leiðslan hevur misrøkt sínar skyldur yvirfyri felagnum.

 

Les eisini:Starvsfólk á Fiskaaling: Leiðslan røkir ikki sínar skyldur

 

- Alivinnan er kundin hjá okkum í rognaframleiðsluni. Tá vinnan í Føroyum ikki er ahugað í vøruni, so er lítið annað at gera, enn at niðurleggja virksemi. Meir er ikki í tí, sigur Jan Mortensen.

 

Jan Mortensen sigur, at tey hava verið í samband við alifeløgini í fleiri ár og støðan er tann, at alifeløgini hava lítlan áhuga í rognunum, sum verða framleidd á Fiskaaling og tá er einki grundarlag fyri framleiðsluni.

 

Jan Mortensen sigur, at tørvurin, ið Fiskaaling hevur til framleiðsluna, hevur verið sjónligur í nógv ár og er millum lagdur fram fyri Havbúnaðarfelagnum longu í 2005, men áhugin hevur ikki verið til staðar at gera íløgurnar.

 

- Kanningin staðfesti, at tað fór at kosta eini 120 milliónir at hava eina nýmótast framleiðslu og lívfiskastøð. Tá vit í einum góðum ári hava eitt úrslit á umleið 0 og tey flestu ár hava undirskot av framleiðsluni, hvussu kunnu vit forrenta eins slíka íløgu. Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til, sigur Jan Mortensen.

 

Hann sigur víðari, at tað almenna hevur lagt Fiskaaling í eitt alment partafelag og tí eigur skal leiðslan taka atlit til tann fíggjarliga partin av virkseminum og fáa hann at bera seg.

 

- Í nógv ár hevur framleiðslan av rognum ikki borðið seg fíggjarliga og tí taka vit avleiðingarnar av tí. Hetta burdi kanska verið gjørt fyri nøkrum árum síðani, men vit hava so roynt at hildið tað koyrandi, men nú hava vit so tikið avgerðina um at gevast, sigur Jan Mortensen.

 

Politisk og vinnulig avgerð um føroysk rogn

 

Jan Mortensen sigur, at um mann ynskir nakað meir við føroyskum rognum, so er tað ein avgerð, ið politiska skipanin og vinnan eiga at taka støðu til.

 

- Um mann vil okkurt meir við føroyskum rognum, so eiga politiska skipanin og vinnan at taka støðu til málið. Vinnan forvinnur nógvan pening í løtuni og um hon ynskir at menna føroysk rogn, so kundu hon tað, sigur Jan Mortensen.

 

Hann sigur, at bæði politiska skipanin og vinnan hava vita av hesum í nógv ár, men hava ikki havt áhuga fyri tí.