Fiskaaling gjørt samstarvsavtalu um gransking innan aling

P/F Fiskaaling og SINTEF Fisheries and Aquaculture Ltd í Noreg hava gjørt samstarvsavtalu innan gransking í aling. Í avtaluni verður lagt upp til breitt samstarv innan gransking í tøkni og lívfrøði innan laksaaling, toskaaling og við øðrum fiska- og djórasløgum

Fyribils verður arbeitt við ítøkiligum samstarvi innan aling á harðbalnum økjum og innan startfóðring av toskayngli í resirkulering.

Málið er annars finna felags verkætlanir har stovnarnir hava styrkir og kunnu stuðla hvørjum øðrum. Eisini er ætlanin at samstarva fyri at koma við í størri ES- og norðurlendskar verkætlanir og at samstarva fyri at útvega fígging til verkætlanir. Eisini er ætlanin at stovnarnir geva starvsfólkunum møguleika at starvast hjá hvørjum øðrum í longri og styttri tíðarskeið.

Avtalan inniber at partarnir skulu stíla eftir samstarvi tá verkætlanir verða skipaðar innan øki har møguleiki er fyri samstarvi, men hinvegin forðar avtalan ikki pørtunum at samstarva við aðrar granskingarstovnar. Avtalan er galdandi í 3 ár og heldur fram í 3 ár afturat um ikki annar parturin ynskir at steðga samstarvinum.