Fiskaaling ger royndir á streymasjógvi

Gekk alt eftir vild, festu fólk frá P/F Fiskaaling og Eystlaks í gjár ein sonevndan søkkring upp í eina alinót á norðara armi í Funningsfirði. Arbeiðið er liður í eini størri verkætlan, ið Fiskaaling fremur í samstarv við Knud Simonsen og Oystein Patursson frá Náttúruvísindadeild Fróðskaparsetursins, trol og nótavirkið Vónina, KJ-Hydraulik og Eystlaks, ið skal gera tað møguligt at ala á økjum við nógvum streymi og stórari aldu

Tíðindaskriv

Stutt fyri páskir vóru menn frá P/F Fiskaaling saman við fólki frá m.ø. Vónini og KJ-Hydralik í holt við at gera ein 132 metra søkkring á kaiøkinum í Funningsfirði. Søkkringurin bleiv gjørdur úr rørum og blivu gamlir veirar nýttir sum søkk. Ringurin skal brúkast sum søkk fyri at halda botninum á einari alinót niðri og nótina útspenta, so fiskurin hóast streym hevur so stóra rúmd sum gjørligt og skal harvið gera tað møguligt at ala á økjum við nógvum streymi og stórari aldu. Á nótini verða trýstmátarar festir, ið kunnu geva upplýsingar um, hvussu nót og botnur á nótini við søkkringi »bera seg« í streymi og aldugangi. Á botninum undir alibrúkinum verður ein mátari lagdur, ið loypandi kann geva upplýsingar um aldu og streym, soleiðis at granskararnir við vissu kunnu vita, hvussu alinótin ber seg við ymsari streymferð og ymiskari alduhædd. Streym- og aldumátarin er fíggjaður av oljufelagnum BP, ið saman við luttakarunum eisini fíggjar meginpartin av søkkringinum og hesum ítøkiliga partinum av verkætlanini.
Fiskaaling og fleiri onnur feløg hava áður roynt ymisk snið av søkkringum úr ymsum tilfari og við ymsari vekt. Sumt hevur greitt eydnast betur enn annað, men hetta er so fyrstu ferð, ið royndir verða gjørdar við hesum tilfari og at farið verður fram á vísindarligan hátt, soleiðis at álítandi skrásetingar kunnu latast øðrum og brúkast sum grundarlag undir víðari menning av útgerðini. Royndin skal ætlandi vísa, hvussu nógv ið krevst av søkkringinum sjálvum og av forsterkningum av nótini, togum og øðrum tilfari. Útgerðin verður í fyrstu atløgu roynd uttan fisk, skuldi hon ikki hildið, seinni er so ætlanin at arbeiða víðari við aliringum við fiski í og við tíðini eisini við tyngri søkkringum enn teimum 18 kg pr. metur, ið verða brúkt hesuferð.
Henda verkætlan byggir á modellroyndir, ið vóru gjørdar av Øystein Paturson og Knud Simonsen í royndarbrunninum hjá Vónini í Fuglafirði. Hesar royndir góvu sera áhugaverdar og virðismiklar upplýsingar um, hvussu nógv streymur við ymsari ferð minkar um rúmdina í einari alinót. Men ikki fyrr enn modellroyndirnar verða yvirførdar til tað veruliga lívið fæst at vita, hvussu væl hetta samsvarar við modellroyndirnar, og hvat ið krevst av einum søkkringi og einari alinót við søkkringi, ið stendur í nógvum streymi og aldugangi. Eisini hava somu granskarar gjøgnum eitt tíðarskeið gjørt sera áhugaverdar royndir á aliøkinum hjá Gulanum á Glyvursnesi og hjá Eystlaks í Funningsirði, har trýstmátarar hava verið festir á alinótir fyri at kanna ávirkanina á nótina av streymi.
Í hesi granskingarverkætlan eru tríggir vinnuligir samstarvsfelagar Eystlaks, Vónin og KJ-Hydraulik, ið saman við BP eru við til at fíggja hana og hava teir víst sera stóran vilja og áhuga fyri at menna loysnir, ið kunnu vera við til at betra um tøknina, ið verður nýtt innan aling á streymasjógvi.