Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum, BTÚ, var góðar 12,9 miljardir í 2010. Tað eru 842 millónir ella 7 prosent meira enn í 2009. Vøksturin stavar einamest frá virðisøkingini í fiskiveiðu og fiskaaling, verður sagt.
Eftir at hava staðið í stað trý ár á rað, 10,5 milliardir árini frá 2007 til 2009, vaks virðisøkingin 761 milliónir í 2010, tá hon var 11,3 milliardir.
Meginparturin av hesum vøkstri stavar frá munandi størri virðisøking í fiskiveiði og fiskaaling.
Virðisøkingin í fiskiveiði vaks úr 848 upp í 1.239 milliónir, sum er ein vøkstur upp á 46,1 prosent. Og virðisøkingin í fiskaaling vaks úr 360 upp í 633 miljónir, ið er ein vøkstur upp á 76 prosent.
Vøksturin í almennari fyrisiting og tænastu var 65 milliónir ella 2,4 prosent. Í øðrum tænastuvinnum vaks virðisøkingin 168 milliónir ella 3,7 prosent.
Hinvegin var afturgongd í byggivinnu og orkuveiting.