Teir seks ísfiskatrolararnir hjá Faroe Origin, Bakur, Stelkur, Rókur, Lerkur, Falkur og Bakur, fiskaðu tilsamans góð 1000 tons av makreli av felagskvotuni á 20.000 tons.
Hetta var tann parturin av kvotuni, sum ”olympiskur” fiskiskapur var eftir, sum tikið hevur verið til. Tað ráddi um at fiska sum mest og tann, sum var raskastur at veiða, fekk lut í størstu nøgdunum av hesi felagskvotu, ið serliga var ætlað ísfiskatrolarum.
Dávid Jacobsen, stjóri í Faroe Origin, sigur, at tað gekk væl at fiska hjá teimum seks ísfiskaskipunum hjá felagnum.
- Sjálvur veiðiparturin var eingin trupulleiki. Skipini partrolaðu eftir makreli, og síðan tók Høgaberg posan inn. Allur makrelurin, sum tey seks skipini veiddu, varð landaður til móttøkuskipið, Layfayette.
Dávid Jacobsen sigur, at avreiðingarvirðið var 3 krónur fyri kilo, tó at hann kundi hugsað sær, at prísurin var betri.
- Eg ivist onga løtu í, at væl meiri kundi verið fingið burtur úr, um móttøkan hevði verið betri skipað. Tá tær tríggjar sølurnar av makrelkvotu fóru fram, var keypsprísurin fyri kilo við tær seinnu sølurnar væl hægri enn avreiðingarprísurin, sum okkara skip fingu.
Dávid Jacobsen ásannar, at stóra makreltilfeingi kom knappliga, og tí er spurningurin, um tingini í ár kundu verið so nógv øðrvísi, enn tey vóru.










