Rokfiskiskapur
Árið í ár hevur verið eitt rættiligt rokár hjá útróðrarbátunum.
Í hvussu so er tann fyrsti parturin av árinum.
Ein fyribils uppgerð yvir fiskiskapin hjá føroyskum bátum og skipum vísir, at tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, fiskaðu útróðrarbátarnir fyri yvir 58 milliónir meiri, enn teir fiskaðu fyri tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør.
Uppgerðin vísir, at fyrsta ársfjórðing í fjør, fiskaðu útróðrarbátarnir fyri 83,1 millión. Men ein fyribils uppgerð yvir fiskisikapin í januar, februar og mars í ár, vísir, at hesar tríggjar mánaðirnar í ár, hava teir fiskað fyri heilar 141,3 milliónir.
Sostatt er avreiðingarvirðið hjá útróðrarflotanum vaksið heilar 58,2 milliónir tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti sama tíðarskeiði í fjør.
Serliga teir minnu
Fyribilstølini vísa, at tað eru serliga teir minnu útróðrarbátarnir, teir undir 15 tons, sum hava rokast í fyrsta ársfjórðingin í ár.
Hjá teimum er avreiðingarvirðið tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár nevniliga heili 155% hægri enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør.
Fyrsta ársfjórðing í fjør avreiddu teir minnu útróðrarbátarnir fyri 19,5 milliónir, men fyrsta ársfjórðing í ár hava teur avreitt fyri ikki minni enn 49,6 milliónir, ella fyri heilar 30,1 millión meiri.
Men teir størru útrórarbátarnir, teir yvir 15 tons, kunnu heldur ikki lata illa at, tí tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, avreiddu teir fyri 44% meiri, enn teir avreiddu fyri í fjør. Í januar, februar og mars í fjør, avreiddu teir størru útróðrarbátarnir fyri 63,6 millión, men í sama tíðarskeiði í ár hava teir avreitt fyri 91,7 milliónir, ella fyri 28,1 millión meiri.
Hesin frálíki fiskiskapurin hevur eisini gjørt útróðrarflotan til tann bólkin, sum í fyrsta ársfjórðingi í ár hevur lagt nógv tað størsta avreiðingarvirði eftir seg av øllum teimum skipabólkum, sum fiska botnfisk.
Tann skipabólkurin, sum kemur útróðrarflotanum næst, eru partrolararnir, sum hava avreitt fyri 91,2 milliónir í fyrsta ársfjórðingi í ár. Tað eru 50,1 millión minni enn útróðrarbátarnir hava.
Tað vil so aftur siga, at taka vit teir størru útróðrarbátarnar yvir 15 tons, burturúr, hava teir avreitt fyri meiri enn partrolararnir hava, tí teir hava avreitt fyri 91,7 milliónir í januar, februar og mars í ár, ella fyri 500.000 meiri enn partrolararnir hava avreitt fyri.
Í fjør sá myndin øðrvísi út. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør høvdu partrolararnir tað hægsta avreiðingarvirði, teir avreiddu tá fyri 87,5 milliónir. Tað var eitt lítið sindur meiri enn útróðrarflotin, sum avreiddi fyri 83,1 milliónir í fyrsta ársfjórðingi í fjør.
Meiri fiskur og betri prísur
Orsøkin til tað stóru framgongdina hjá útróðrarflotanum er bæði tann, at tað hevur verið meiri fiskur at fáa og at teir hava fingið betri prís fyri fiskin.
Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør, fiskaðu teir størru útróðrarbátarnir fyri 3.900 tons og teir smærru, 1.200 tons, ella tilsamans 5.100 tons.
Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár hava teir størru útróðrarbátarnir fiskað 5.000 tons, ella 1.100 meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Teir smærru bátarnir hava fiskað 2.900 tons, ella heili 1.700 tons fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Í fjør var miðalprísurin á útróðrarfiskinum 16,49 krónur fyri kilo hjá teimum størru bátunum og 16,72 hjá teimum smærru. Í ár var miðalprísurin 18,49 krónur fyri kilo hjá teimum størru bátunum og 17,25 krónur fyri kilo hjá teimum smærru bátunum.
Nógv tað mesta av tí, teir fiska, er toskur og hýsa. Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu teir størru útróðrarbátarnir 2.100 tons av toski og 1.100 tons av hýsu. Tølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár eru ávikavist 3.200 tons og 900 tons.
Teir smáu útróðrarbátarnir fingu góð 800 tons av toski í fyrsta ársfjórðingi í fjør og góð 200 tons av hýsu.
Í sama tíðarskeiði í ár hava teir fingið ávikavist 2.500 tons av toski og góð 200 tons av hýsu.
Í fyrsta ársfjórðingi í fjør var toskaprísurin ímillum 17 og 18 krónur í miðal fyri kilo og hýsuprísurin lá ímillum slakar 14 krónur og knappar 15 krónur.
Í sama tíðarskeiði í ár hevur toskaprísurin verið upp í slakar 19 krónur fyri kilo og hýsuprísurin upp í slakar 15 krónur.










