Fyrr í hesi vikuni kom grønlendski trolarin, Ilivileq, sum er fyrrverandi Skálaberg hjá JFK-Troli, á Havnafjørðin í Íslandi at landa.
Teir høvdu roynt í Eysturgrønlandi, og fiskiskapurin hevði verið sera góður, hóast veðrið var vánaligt.
Tað veit sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen, sum í hesum døgum er í Íslandi, at siga. Hann vísir á, at Ilivileq hevði fiskað í einans 13 dagar, og veiðan var 750 tons, 650 tons av avhøvdaðum toski og 100 tons av kongafiski.
Skipari á hesum rættiliga roktúri var Thorvaldur Svavasson, sum er hálvur føroyingur. Mamma hansara var Sonja Johanna Danielsen Kristiansdóttir úr Húsavík.
Thorvaldur Svavasson fortaldi føroyska sjómanstrúboðaranum, at toskurin, teir fingu á túrinum, var bæði stórur og feitur. Teir royndu bara við einum troli, hóast teir kunnu royna bæði við tveimum og trimum trolum.
- Fiskiskapurin var so góður, at vit kláraðu ikki at arbeiða meiri á verksmiðjuni, enn vit kundu fáa við tí eina trolinum, sigur hann.
Tað eru grønlendingar og íslendingar sum mannað skipið. 26 mans eru við hvønn túrin, og tvær manningar eru knýttar at Ilivileq, fyrrverandi Skálabergi.









