Fiska tosk við snellu

Tað er ikki bara á Eiði, at snellufiskur kemur upp á land í hesum døgum. Nógvir snellubátar avreiddu eisini í Sørvági í gjár, og aftur í dag hava menn verið á útróðri. Í gjár avreiddu eisini fleiri snellubátar í Sørvági, har landingarmiðstøðin vigar fiskin hjá bátunum, sum síðan verður seldur um uppboðssøluskipanina hjá Fiskamarknaði Føroya.

Bátar úr eitt nú Vágum, Sandoy og Norðurstreymoy avreiddu í Sørvági, og teir lógu úr smáum 200 pundum upp í 2.000 pund á bátin.

Sagt verður úr Sørvági, at bátarnir høvdu góð 11 tons tilsamans í gjár, og meginparturin av veiðini var toskur.

Aftur í dag vóru fleiri bátar á útróðri, men tá vit frættu seinnapartin, vóru bátarnir ikki afturkomnir.