Fyrstu 9 mánaðirnar í ár er útflutt fyri 2.878 mió. móti 3.047 mió. somu mánaðar í fjør. Hetta er ein minking uppá 6%. Hyggja vit bara at fiskavøruútflutninginum, er talan um eina minking uppá útvið 500 mió. ella 16%.
Nøgdirnar av fiski, sum verða útfluttar, eru eisini minkaðar nógv, heili 43%. Av tí at tað er uppisjóvarfiskur, sum minkar mest í nøgd, samstundis sum alifiskurin veksur í nøgd, slær minkingin ikki so kraftiga í gjøgnum í útflutningsvirðinum, skrivar Hagstovan.