Í vár hevur Fiskiveiðieftirlitið fleiri ferðir lýst bráðfeingis veiðibann fyri veiði í ávísum økjum við troli. Veiðibann er galdandi í 14 dagar, og tá henda tíðin er farin, verður leiðin vanliga latin uppaftur.
Tveir ísfiskaskiparar, sum In.fo hevur skift orð við, siga, at nógvur smáur upsi er á ávísum leiðum, og hetta er orsøkin til, at veiðibann so ofta eru lýst í vár.
Skipanin er hon, at tá ein ávísur prosentpartur av fiskinum í einum háli er undir eina ávísa stødd, hevur skiparin skyldu til at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá hesum.
Tað er ikki ólógligt at veiða smáan upsa, og tað er heldur ikki ólógligt, um ein lutfalsliga stórur partur av veiðini er smáupsi - bara fráboðanarskyldan er hildin.
Flestu trolaraskiparar royna tó at umgangast stór og afturvendandi hál av smáum upsa. Betri prísur fæst eisini fyri hin størra fiskin.
Men, sum skilst, eru tað eisini nakrir ávísir ísfiskaskiparar við trolara, sum leggja seg eftir teirri stóru nøgdini, tó at fiskurin er ov smáur.
- Tá nógvur smáupsi er, umgongst ikki, at tú onkuntíð rennur teg í okkurt hál av smáum fiski, men vanligt er at flyta, tá soleiðis er. Hinvegin vita vit, at nakrir fáir skiparar bevíst liggja eftir hesum fiski, til Fiskiveiðieftirlitið setir bráðfeingis veiðibann.
Tveir ísfiskaskiparar, sum sigla við ymiskum trolarum hjá ymiskum reiðaríum, siga somu søgu, at skiparar eru ímillum, sum ikki taka serligt fyrilit fyri tí smáa upsanum.
- Hetta er harmiligt, og tað er eftir okkara tykki ikki minst umráðandi, at Fiskiveiðieftirlitið viðhvørt er skjótari á sjóvarfallinum at lýsa veiðibann, siga skipararnir, sum In.fo hevur skift orð við.









