Línuskipið Fuglfirðingur er farin at royna eftir kalva fyri P/F Fiskaaling við Áir.
Ætlanin er at fáa einar 50 - 100 stórar kalvar at brúka til lívfisk á alistøðini í Nesvík.
Símun Joensen, stjóri á Fiskaaling, sigur, at teir fyrr hava havt avtalur við fleiri smáar bátar, sum so søgdu frá, tá teir høvdu fingið ein stóran kalva, sum Fiskaaling kundi brúka.
Hetta var ein trupul máti at fáa lívfisk, sigur Símun Joensen. Fiskarnir komu spjaddir, ein og ein, og ofta var tað tvørligt at sleppa eftir teimum.
Tí hava teir nú valt at leiga eitt skip og so royna at fáa fleiri kalvar í senn.
Roynt verður sjálvandi at fáa so nógvar stórar kalvar sum gjørligt. Hetta eru rognfiskarnir. Sjálvandi skulu onkrir smærri siljafiskar eisini til.
Fiskurin verður settur í høllina í Nesvík, har hann væntandi verður strokin komandi vár.
Sum er ganga longu nakrir kalvar har. Teir gýta eisini. Og tað er rættiliga umstendiligt.
Fylgt má verða sera gjølla við, tá kalvin gýtir. Ein kalvi gýtir fleiri ferðir í sesongini. Tað ganga nakrir tímar ímillum. Men tað kann vera ymiskt frá fiski til fisk. Onkur hevur 60 tímar ímillum gýtingarnar. Onkur annar kanska 70.
So neyðugt er at merkja kalvarnar, ella beinleiðis geva teimum navn, fyri at vita, nær hvør er gýtingarbúgvin. So verður skrivað upp, fyri at vera klárur, næstu ferð brúk er fyri jarðarmóðir.
Kalvarnir verða so gangandi, til teir aftur eru gýtingarklárir. Tað er ikki so, at teir verða avtiknir, tá teir hava gýtt.
Ætlanin er at royna at fóðra við biologiskum fóðri. Nevniliga við at sýla æti úr Sundalagnum at brúka til alifóður.
At ala kalva tekur drúgva tíð. Tað fara at ganga fleiri ár, áðrenn nakað veruligt úrslit sæst, sigur Símun Joensen.
Men grannar okkara hava í fleiri ár gjørt royndir. Bæði norðmenn, skotar og íslendingar. Serliga íslendingar eru komnir langt, sigur Símun Joensen, stjóri á Fiskaaling.