Manningin, sum er ein túr umborð og ein túr í landi, tjenti umleið 600.000 norskar krónur í 2007 27,4 metrar langi norski báturin Skagøysund fiskaði í 2007 fyri 24,1 miljónir norskar krónur. Reiðarin, Kjeld Roald Hansen, sum býr í Sommarøy í Troms, tjenti 7,8 miljónir norskar krónur í rakstrinum av báti sínum.
Kjeld Roald sigur við FiskeribladetFiskaren, at tað eru møguleikarnir fyri kvotakeypi, sum eru orsøkin til vøkru tølini, og hann takkar grannanum, Svein Ludvigsen, fyrrverandi fiskimálaráðharra, fyri, at hann í sínari tíð læt upp fyri møguleikanum at selja og keypa kvotur.
- Svein skuldi bara havt hildið fram sum fiskimálaráðharri, heldur norski reiðarin.
Úrslitið hjá Skagøysund fyri 2007 er hitt besta nakrantíð og manningin, sum er ein túr umborð og ein túr í landi, tjenti síðsta ár umleið 600.000 krónur.
Kvoturnar hjá Skagøysund í ár eru 164 tons av sild sunnanfyri, 1.925 tons av upsa við nót, onnur 268 tons av upsa við troli, 205 tons av hýsu, 331 tons av toski, 4.944 tons av sild norðanfyri og 250 tons av makreli.