Fiskaði alla makrelkvotuna í trimum kastum

- Vit hava eina makrelkvotu í norskum sjógvi upp á 1500 tons. Hesa kvotu hava vit fiskað í trimum kastum og hava selt fyri tilsamans 18-19 miljónir norskar krónur Nótaskipið Christian í Grótinum hevur seinastu dagarnar rættiliga rokast á makrelveiði í norskum sjógvi.

Christian í Grótinum átti 1500 tons av makreli í norskum sjógvi, og hesa kvotu hevur skipið fiskað á tveimum stuttum túrum.

Eyðun Rasmussen, sum starvast á skrivstovuni hjá felagnum í Klaksvík, sigur, at fyrra túrin hevði skipið eitt kast, sum gav heili 734 tons.

- Hesa veiði seldu vit fyri 9,8 miljónir norskar krónur.

Í dag, tá vit hittu Eyðun, var Christian í Grótinum aftur farin at sigla móti landi.

- Hendan túrin hava teir fiskað 750 tons í tveimum kastum. Annað kastið gav 400 tons, hitt 350 tons.

Eyðun Rasmussen veit at siga, at prísurin á makreli er lækkaður nakað síðan hina fyrru landingina, men hann væntar kortini eina hampiliga góða sølu.

Í hesum trimum kastunum hevur Christian í Grótinum soleiðis fiskað alla makrelkvotuna og hevur selt fyri einar 18-19 miljónir norskar krónur.

Soleiðis gongur tað, tá tað gongur allar best í okkara fiskiskipavinnu.