Í fýra dagar hevur útróðrarbáturin Høvnin í Leirvík avreitt fyri 420.000 krónur Síðani á nýggjárinum hevur Høvnin verið fýra dagar til útróðrar, og hesar dagarnar avreiddu tey ávíkavist 8.000, 11.000, 8.000 og 9.500 pund, skrivar Norðlýsið.
Kjartan Joensen, reiðari, sigur við blaðið, at teir flestu dagarnar hevur umleið tveir triðingar av veiðini verið toskur. Besti prísurin hevur verið 25 krónur fyri kilo, og meðalprísurin hevur ligið millum 21 og 23 krónur.
Sostatt hava tey avreitt fyri góðar 420.000 krónur í fýra dagar, sigur reiðarin.









