Almenna reiðaríið í Grønlandi, Royal Greenland, ger nú greitt, hví fyritøkan selur norskan alilaks í Grønlandi og ikki villan grønlendskan laks.
Sambært heimasíðu felagsins hevur Royal Greenland ikki loyvi til at innhandla og selja villan grønlendskan laks.
Árliga kvotan í Grønlandi av villum laksi er 45 tons, og henda kvota verður deild millum frítíðar-og vinnuligar fiskimenn, sum kunnu selja veiðina beinleiðis til eitt nú detailhandlar í Grønlandi, sum eisini kunnu selja vøruna víðari.
- Royal Greenland hevur hvørki loyvi til at innhandla ella selja víðari villa grønlendska laksin, og tí selur felagið norskan alilaks ístaðin, sigur Royal Greenland.
Tað er NASCO, sum umsitir villa laksin í norðara parti av Atlantarhavinum, og í fleiri ár hevur verið hildið, at stovnurin ikki er serliga væl fyri.
Tí hevur heldur ikki Grønland sambært NASCO eina vinnuliga kvotu av villum laksi.