Reiðaravirkið JFK í Klaksvík, sum eftirhondini hevur traditión fyri at bjóða ókeypis fisk & kips á Føroya Sjómannadegi, fer aftur í morgin at bjóða hesar góðu bitar.
- Í 2015 vórðu latnar umleið 3.500 portiónir um diskin, og í fjør kom talið upp á umleið 7.500. Stokt vórðu tá meira enn 1,5 tons av fyrsta floks flaki frá flakatrolaranum, Gadusi.
Tað vita tey at siga, sum standa aftan fyri hetta vælumtóktað tiltak í Klaksvík. Lagt verður aftrat, at kipsið verður gjørt burtur úr nýggjum og vælegnaðum eplum úr Skotlandi.
- Kokkarnir, Gavin og Craeg, frá matstovuni Papas Barn í London, sum seinastu árini støðugt hava verið millum topp 10 av bestu fisk & kips kokkum í Stórabretlandi, standa aftur í ár fyri matgerðini.
Úr Klaksvík verður sagt, at kokkarnir í fjør vóru sera væl nøgdir við nýggju grýturnar, sum eru væl størri enn tær, sum vórðu brúktar árið fyri. Hesar eru nevniliga millum tær størstu í kongaríkinum.
- Fisk & kips letur upp í morgin klokkan 12.30, og sambært skránni verður stongt fyri borðreiðingini aftur klokkan 17. Men, seinasta ár var ikki møguligt at steingja fyrr enn eftir midnátt.
Úr Klaksvík verður skemtandi sagt, at sama mannagongd verður brúkt í hesum føri, sum tá val er. Her verður bert rópt og spurt, um tað eru fleiri, sum ynskja at eta – og ikki atkvøða.
- Fisk & kips verður latið ókeypis til tey vitjandi á Føroya Sjómannadegi, og Føroya Bjór bjóðar okkurt leskandi aftur við, og tað er eisini ókeypis, siga tey í Klaksvík.