Formel 1
Giancarlo Fisichella endaði eitt fullkomið vikuskifti við einum sigri í formel 1 koyringini á Sepang breytini í Kuala Lumpur. Hann byrjaði fremstur, og hyggja vit burtur frá teimum løtunum, tá hann hevði verið í pitt, og liðfelagin Alonso ikki hevði verið innið enn, so var hann á odda alla koyringina. Hann vann trygt framman fyri liðfelaganum Alonso og Jenson Button í Honda á triðja plássi.
Styrkisvenjing í einum hitarúmi
Men hóast tað sá lætt út hjá italiumanninum, avdúkaði hann á tíðindafundinum, at hann hetta hevði verið bæði kropsliga og andaliga sera torført. Hitin á Sepang breytini er øgiligur, og hóast lufthitin einans var 32 hitastig sunnudagin í mun til væl heitari dagar fríggjadagin og leygardagin, so var hetta sum at gera styrkivenjing í einum hitarúmi. Fisichella viðgekk, at hitin veruliga byrjaði at gerast óliviligur, tá helvtin av koyringini var koyrd, men tað hjálpti, at Jenson Button og Fernando Alonso vóru tætt aftan fyri hann alla koyringina, tí so noyddist hann at geva seg fullkomiliga alla koyringina, og hevði ikki tíð til at lata hita veruliga knúlva seg..
Speed gloymdi speglini
Button lá væl fyri til annað pláss alla koyringina, men Renault tyktust á degnum, at hava ein betri bil. Hetta blandað við, at nýggi amerikanski formel 1 koyrarin Scott Speed gloymdi at brúka speglini, og ikki lat Button sleppa framvið í eini avgerandi løtu, kostaði honum triðja plássið.
Räikkönen aftur óheppin
Dagurin hjá finska varaheimsmeistarinum í formel 1 Kimi Räikkönen endaði tíðliga. Finnin var sera ónøgdur aftan á koyringina og greiddi frá at Christian Klien hevði rent á seg. Sjónvarpsmyndirnar vóru ikki serliga greiðar og Christian Klien vildi vera við, at talan var um ein samanstoyt, ið báðir áttu líka stóra skuld í. Hetta endaði koyringina hjá Räikkönen og hóast Klien aftan á eina langa løtu í pittinum kom aftur á breytina, koyrdi hann bert fá umfør afturat, áðrenn hann noyddist at gevast.
Kostnaðarmikilt innanhýsis stríð
Williams byrjaðu á triðja og fjóra plássi, men hart innanhýsis stríð um triðja pláss, og ein rakettbyrjan av Fernando Alonso, gjørdu, at Nico Rosberg endaði niðrið á sjeynda plássi og Webber á fjóra. Men báðir vóru væl við stríðnum um fremstu plássini við nógvari ferð. Men á sætt umfarið brendi motorurin hjá Nico Rosberg saman. 10 umfør seinni var tað motorurin hjá Webber, ið gav upp.
Massa syfti Schumacher
Felipe Massa megnaði at taka fimta pláss beint framman fyri liðfelagan Michael Schumacher. Hetta hóast Massa byrjaði aftastur og Michael Schumacher byrjaði á fjúrtanda plássi. Men við eini frálíkari strategi við einum steðgi, megnaði Massa at koma upp á fimta pláss. Hóast Schumacher lá í hølunum á honum í fleiri umfør, slapp hann ikki framvið.
Regnið lúrdi alla tíðina í tungum myrkum skíggjum, og eina løtu duttu nakrir dropar, men veruligt regn gjørdist ongangtíð talan um.